Vit hava funnið olju

borpallurFæreyingar eru að blanda sér í norræna olíubransann af krafti eins og stórblað þeirra, Dimmalætting, greinir frá á viðskiptasíðu sinni í gær:

At boða frá einum fundi í okkara fyrsta leitibrunni sum fyristøðufelag er stimbrandi og stórt frambort fyri felagið, sigur leiðslan í Faroe Petroleum í skrivi, nú olja er funnin í Fulla-brunninum vestan fyri Hetland.

Felagið boðar frá, at tað fann olju á Fulla leitimiðinum. Borað varð ígjøgnum eina oljuflá, sum var 133 føtur tjúkk. Av hesum vóru 45 føtur oljuberandi. Eisini var góðskan á jarðgoymsluni betri enn væntað. Oljuprøvar eru fingnir til vega, og nágreiniligir upplýsningar um oljugóðskuna verða staðfestir viðnærri kanningum á rannsóknarstovu.

Fulla, ið er fyrsti brunnurin, sum Faroe Petroleum hevur staðið fyri, varð boraður sambært bretskum heilsu- og trygdarkrøvum. Byrjað varð at bora brunnin tann 6. juni 2011. Borað varð niður á 2350 metrar á 124 metra havdýpi. Hesin leitibrunnurin á Atlantsmótinum liggur 31 km í ein landnyðring frá Clairframleiðslueindini, har BP er fyristøðufelag. Endamálið við boringini var at kanna, um møguligar fláir við oljuberandi sandi finnast á Fulla leitimiðinum [eru þeir fullir við olíuleitina??].

Faroe Petrolium æltar sær annars at bora tríggir leiti- og metingarbrunnar í Noregi í ár. Tann fyrsti av hesum, Butchbrunnurin, verður boraður í løtuni. Brunnarnir T-Rex og Kalvklumpen verða ætlandi boraðir seinni í ár.

Gott hjá þeim.

Athugasemdir

athugasemdir